Ferðafólk geva ilt av sær: 50 bilar sluppu ikki við Smyrli í morgun

Páskaferian byrjaði illa, halda ferðafólk

Hetta var støðan á Krambatanga í morgun, tá ið Smyril loysti
Áki Bertholdsen
22. mars 2024 kl. 10:24

Í gjár lá Smyril við tekniskum breki og tískil misti hann tveir túrar ímillum Suðuroy og Havnina í gjár.

Tí varð trýst á tá ið hann fór av Krambatanga í morgun og avleiðingin var, at einir 50 bilar stóðu eftir og sluppu ikki við.

Tað hevur fingið ferðafólk at geva ilt av sær.

– Hesa seinastu tíðina hava vit tíverri sæð, hvussu óstøðug ferðasambandið er, bæði av veðri og tekniskum brekum, sigur eitt ferðafólk.

Í dag er fríggjadagur og páskaferian er byrjað, so nógv fólk ætla sær av oynni. Men hetta var ein ring byrjan.

Orsøkin til at bilarnir stóðu eftir, var, at Smyril var fyltur við farmi. Ferðafólk halda, at tað er ikki meira enn rímuligt, at vit í 2024 hava eina farleið, sum vit øll kunnu líta á, bæði ferðafólk og vinnulív. 

Ein annars spyr um hetta ikki vísir, hvussu stóran týdning tað hevur at hava eitt skip til farmin burturav

Fleiri, sum skuldu til Havnar í morgun, mátti lata bilin standa eftir og ístaðin noyðast tey so at brúka stórar upphæddir til hýruvogn.

Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Strandferðsluni.