Ferðsluóhapp í Eysturoyartunlinum

Ein bilførari koyrdi á inni í rundkoyringini

Áki Bertholdsen
25. apríl 2024 kl. 12:15

Beint fyri døgurða í dag, klokkan 11.30, var eitt ferðsluóhapp í Eysturoyartunlinum. Tað var ein bilur, sum kom úr Havn, men í sjálvari rundkoyringini koyrdi hann á. Løgreglan sigur, at listaverkið hevur fingið onkran snudd. Eitt fólk varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Løgreglan sigur, at enn er ikki greitt, hví óhappið hendi