Ferðsluóhapp við Áir

Beint eftir hálvgum 11 í morgun hendi eitt ferðsluóhapp við Áir, har ein bil fór av vegnum, koppaði og endaði á síðuni

Sigurjón Einarsson
27. november 2020 kl. 11:21

Beint eftir hálvgum 11 í morgun hendi eitt ferðsluóhapp á høvuðsvegnum omanfyri Áir.

Bilurin var á veg suðureftir, tá hann av ókendari orsøk brádliga sneiddi til høgru, fór av vegnum, koppaði og endaði á síðuni.

Bilførarin hevur tað gott eftir umstøðunum, men er í løtuni á sjúkrahúsinum til nærri kanningar. Bilurin hevur fingið nakað av skaða.

Enn er ikki greitt, hví ferðsluóhappið hendi.