Fíggjarmálaráðið selir partabrøvini í P/F Tjaldur

Landið eigur 2,8 prosent av samlaða partapeninginum í felagnum

Steinar Patursson
7. november 2022 kl. 15:09

Fíggjarmálaráðið hevur tikið avgerð um at seta partabrøv áljóðandi kr. 2.800.000 í P/F Tjaldur til sølu. Hetta svarar til 2,8% av samlaða partapeninginum Í P/F Tjaldur.

Fíggjarmálaráðið, sum fór undir tilgongdina at selja partabrøvini í summar, hevur sett sum freist tann 28. November at koma við boði.

Fíggjarmálaráðið tilskilar sær rætt at vraka øll boð, um Fíggjarmálaráðið metir, at tey eru nøktandi.

Haraftrat tilskilar fíggjarmálaráðið sær rætt til at skipa fyri nýggjum útboði millum tey, sum hava bjóðað áðrenn freistina, sigur Fíggjarmálaráðið.