Fíggjarnevndin legst ikki á boðini

Bæði landsstýriskvinnan við heilsumálum, Landssjúkrahúsið og Landsverk eru kallað á fund í morgin

Árni Gregersen
20. november 2023 kl. 15:53

Tað vóru 28 av 29  av tinglimunum, sum vóru í tingsalinum, tá ið atkvøtt var, sum vildu hava eykajáttanarumbønina til H-bygningin beinda aftur í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin legðist ikki á boðini. Longu fyrrapartin í morgin hevur hon sent boð eftir landsstýriskvinnuni við heilsumálum, Margit Stóra. Marit Stórá var burturstødd í arbeiðsørindum, tá ið málið var fyri.

Fíggjarnevndin hevur eisini boðsent  umboðum fyri Landssjúkrahúsið og Landsverk til fundar í morgin.

Tá ið maálið var til viðgerðar vildu tingfólk tryggja sær, at hetta var seinasta eykajáttanin til nógv dýrkaða H-bygningin.

Umframt sjálvan bygningin er talan um tvær aðrar verkætlanir: kjallarahæddidn við nøkrum fáum parkeringsplássum og so samanbindingin av H-bygninginum við restina av Landssjúkrahúsinum.