Filmsupptøkurnar eru í gongd: “Sæla” fingið stuðul frá privatari fyritøku

Mikið kjak tók seg upp, eftir at Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, noktaði at veita stuðul til filmsverkætlanina hjá Katrini Joensen-Næs, hóast filmsráðgevarar høvdu mælt honum til at játta stuðul til filmin "Sælu". Men nú hevur filmsverkætlanin fingið stuðul frá einari privatari fyritøku, og upptøkurnar til stuttfilmin verða nú filmaðar í hesum døgum

Sigurjón Einarsson
21. oktober 2021 kl. 07:00

– Ljós, kamera, ger so væl!

Hesi orðini hevur Katrin Joensen-Næs glett seg leingi til siga, men seinasta sunnudag gjørdist hesin setningurin veruleiki, nú fyrstu upptøkurnar til stuttfilmin “Sæla” eru komnar í kassan, sum Katrin leikstjórnar og hevur skrivað leikritið til. “Sæla” snýr seg um at vera bundin av sex, har hon ynskir at lýsa eitt evni, ið er tabu fyri tey, sum stríðast við hesum

Kenslan er góð, nú upptøkurnar til “Sælu” langt um leingi eru farnar í gongd.

– Tað er fantastiskt at endiliga vera í gongd við filmin. Tað kennist eins og ein mýtologisk vera kemur til lívs, sigur Katrin Joensen-Næs.

Mikil orrusta hevur verið um filmin, langt áðrenn hann yvirhøvur kom hertil at verða tikin upp. Tvær ferðir søkti Katrin um stuðul til filmsverkætlanina, men tað bar ikki á mál. Fyrru ferðina mæltu filmsráðgevarnir hjá Mentamálaráðnum frá at veita stuðul til filmsverkætlanina, sum tá æt “Bollivinir”. Ráðini, ið hon fekk frá filmsráðgevaranum tá, var at broyta søgugongdina nakað, so filmurin gjørdist meira “borðbærur”.

Katrin helt ikki sjálv, at hennara filmur var so groteskur, so seinnu ferðina, tá hon søkti um filmsstuðul – nú við filmsheitinum “Sæla” – útgreinaði Katrin, hvussu hon millum annað ætlaði at filma sexsenur uttan bróst og kynsgøgn. Hesa ferð mæltu filmsráðgevarnir landsstýrismanninum við mentamálum, Jenisi av Rana, til at játta stuðul til filmin, men tað ynskti landsstýrismaðurin ikki og vendi tummilin niður fyri verkætlanini við teirri grundgeving, at hann helt tilfarið í leikritinum vera av so grovum slag, at hann ikki metti seg kunna stuðla verkætlanini.

Privat fyritøka kemur inn í myndina

Nógv varð kjakast um avgerðina hjá mentamálaráðharranum – at hann hevði noktað stuðul til filmsverkætlanina, hóast ráðgevarar hansara høvdu mælt honum til tess, og mitt í hesum meldrinum stóð Katrin, sum ikki heilt visti, um hon var keypt ella seld, men so ein dagin ringdi telefonin hjá henni. Hendan samtalan skuldi vísa seg at blíva avgerandi fyri hennara film.

– Tað var ein privat fyritøka, ið bjóðaði seg fram til at stuðla filminum. Fyritøkan segði, at tað, eg ikki hevði fingið í stuðli frá Mentamálaráðnum, skuldi eg fáa frá fyritøkuni. Eg trúði tí ikki ordiliga, men privata fyritøkan legði dýran við, at hon ynskti at veita stuðul til filmin, sigur Katrin Joensen-Næs, sum gjørdist somikið glað, at hon var noydd til at bólta rút nakrar ferðir, tá hornið varð lagt á, so glað gjørdist hon.  

Talan er um ein anonyma fyritøku, sum hevur valt at veita Katrini og filmi hennara “Sælu” eina hjálpandi hond.

Tilgongdin at fyrireika filmin fór tí í gongd beinavegin eftir hesa forloysandi samtaluna, eftir at tað gjørdist Katrini greitt, at neyðugi stuðulin til at gera upptøkurnar til filmin vóru fingin til høldar.

Summi aftraðu seg – onnur meira ágrýtin at hjálpa

Leikritið, ið hevði ligið í skuffuni eina tíð, varð tikið fram aftur, og so byrjaði tilgongdin at finna røttu støðini og fáa neyðugu loyvini til at filma har, sum Katrin hevði sæð fyri sær, at leikgongdin í filminum fer fram, men her møtti hon nøkrum múrum – í fyrstuni.

Tí vegna orrustuna, ið stóðst av filminum, gjørdist tað henni greitt, at summi fólk aftraðu seg við at loyvi henni at gera upptøkur á nøkrum av teimum støðum, ið Katrin hevði sæð fyri sær vóru við í filminum. Men har ein hurð fer aftur, fer ein onnur upp, verður mangan sagt, og tað hevur eisini verið galdandi fyri filmsupptøkurnar, ið byrjaðu seinasta sunnudag og enda í dag, 21. oktober.

– Meðan summi fólk hava aftrað seg við at hjálpa til við at bjóða síni støð fram, so hava onnur verið eyka ágrýtin at hjálpt til, tí tey nevniliga ynskja og vilja stuðla hesari filmsverkætlan, sigur Katrin Joensen-Næs.

Upptøkurnar verða allar gjørdar í Havn.

Fekk góða hjálp at halda fokus

Eisini fekk longda tilgongdin til at taka filmin upp neiliga ávirkan á Katrin, sum viðhvørt ivaðist um leikgongdina og leikritið, hon hevði skrivað.

– Skuldi eg lurta eftir kjakinum, ið hevur verið um filmin? Var hetta evnið kanska ov umstrídd fyri fólk at svølgja, vóru nakrir av spurningunum, ið Katrin Joensen-Næs setti sær sjálvari, men við góðari hjálp og góðum stuðli frá eitt nú Jonas í Dali Wagner, fekk hana aftur á kósina, at hesin filmurin skuldi gerast vegna evnið í filminum, har ynskið er at viðgerða ein goymdan trupulleika, sum ikki verður nógv umrøddur millum manna.

Fyri einum góðum mánað síðani var kastingin av teimum trimum høvuðsleikarunum í filminum liðug, og tey hava síðani vant orðaskiftið í filminum inntil sunnudagin, tá upptøkurnar fóru í gongd. Katrin Joensen-Næs er nú sannførd um, at høvuðsleikararnir í filminum bera filmin væl, har vit millum annað fara at fylgja Rebekku (Bjørk Tórgarð), Lauru (Ebba Malena Debess Thomsen) og Jákupi (Edvin H. Niclasen) í stuttfilminum “Sælu”, har onkrir ástarleikstrupulleikar fara at stinga seg upp.

Katrin vónar, at filmurin verður heilt liðugur um eitt ár, men:

– Tað verður víðari fíggingin, sum fer at avgera hetta, sigur hon. Tí umframt sjálvar filmsupptøkurnar, so skal minst helvtin ella meira gerast afturat, áðrenn filmurin verður heilt liðugur. Filmurin skal eisini klippast, ljós- og ljóðviðgerast og so framvegis.

Tí má almenningurin væntandi bíða í eitt ár, áðrenn tey kunnu fáa loyvi til at síggja úrslitið av einum av teimum mest umtalaðu filmum í Føroyum í nýggjari tíð – og langt áðrenn filmurin yvirhøvur var tikin upp.

Og fyri Katrina sjálva hevur stuttfilmurin “Sæla” havt eina nýggja avbjóðing við sær, sum hon, sum leikstjóri, ikki hevur roynt áður.

– Eg havi ongantíð havt sexsenur í mínum filmum áður, so eg havi brúkt nógva tíð at sett meg inn í tingini og til at koreografera hesar senur, men tað hevur verið ein áhugaverd tilgongd, sigur Katrin Joensen-Næs, leikstjóri í “Sælu”, sum í sama mundi rósar sínum leikarum í filminum.

– Tey hava verið so dugnalig undir øllum upptøkunum. Tey eru natúrtalent, øll somul, leggur hon dent á.

Umframt leikfólkini, hevur Katrin nógv góð fólk afturat sær. Úr rúgvuni kunnu nevnast, sum tað eitur á filmsmáli – A-funktiónirnar í filmunum: Sámal Blak (scenografur), Ingun í Skrivarastovu (framleiðari) og Franklin Symphor Henriksen (fotografur).

Her eru nakrar myndir frá filmsupptøkunum, ið eru í gongd hesa vikuna: