Fimleikaframsýning í høllini á Hálsi sunnudagin

- Kom og síggj, hvat vit hava lært!

Fríðmundur Nattestad
12. apríl 2024 kl. 11:00

- Liðini eru fjølbroytt, og har er heilt víst okkurt til øll. Vilt tú síggja amboðsfimleik, fara bæði yngri og eldri at vísa hvat tey duga, og ert tú meira til rútmu ella estetiskan fimleik, ja so vera hesi sjálvandi eisini á gólvinum.

Hetta skrivar Fimleikafelagið Ljósið í tíðindaskrivi.

- Í fjør vann felagið Fimleikafagnaðin við framførsluni av teimum tólv stjørnuteknunum, og munnu ikki onkur teirra finna veg inn undir littu perurnar eisini?

- Arbeitt hevur verið fram móti hesari framsýning síðan tíðliga í heyst, og vit gleða okkum at vísa tykkum, hvat vit hava lært í vetur.

- Verið tí vælkomin til framsýning í høllini á Hálsi sunnudagin 14. apríl klokkan 15. Har verður eisini møguleiki fyri kaffi og tombola, eins og minnismyndir vera til keyps, verður sagt í tíðindaskrivinum.