Fimleikaframsýningar í høllini á Hálsi leygardagin

Havnar Fimleikafelag rundar fimleikarárið av við forvitnisligum framsýningum

Fríðmundur Nattestad
8. apríl 2024 kl. 17:30

Havnar Fimleikafelag endar komandi vikuskifti eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava vant í vetur.

Av tí at talan er um so nógv lið, er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn trimum framsýningum, sum verða leygardagin 13. apríl í høllini á Hálsi. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at íðkararnir verða býttir upp eftir aldri.

Leygardagin 13. apríl klokkan 10 eru tað børn undir skúlaaldur, sum sýna fram í høllini á Hálsi. Klokkan 13.30 eru tað børn úr 1. til 4. flokk, sum fara á gólvið. Seinasta sýningin leygardagin verður klokkan 17, og tá eru tað ung úr 5. flokki og eldri, ið fara at royna seg.

Meiri er at lesa um felagið og framsýningarnar á www.hf.fo