Fimm bilførarar ávirkaðir av rúsevnum - upp á eitt vikuskiftið

Løgreglan hevur kannað eitt ótal av bilum nú á páskum

Áki Bertholdsen
1. apríl 2024 kl. 13:01

Nú um páskini hevur løgreglan gjørt rættiliga nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Løgreglan sigur, at 17 ferðir hava tey havt tað, tey kalla ferðsluátak og tað er kring alt landið. 

Í hesum átøkunum hava tey steðgað rættiliga nógvum bilum og tað gav eisini úrslit, tí ein bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Men harafturat eru heili fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum. Blóðroynd er tikin av teimum øllum og úrslitið av teimum verður so avgerandi fyri, hvussu málini verða avgreidd.

Aftur í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður. Málitólini hjá løgregluni góvu útslag fyri rúsevni, men nú skal blóðroynd staðfesta, hvat rúsevni talan var um - ella um talan kanska var um, at hann var ávirkaður av heilivági.