Fimm bilførarar fingu bót

Løgreglan kannaði ferðsluna í gjár

Áki Bertholdsen
17. mai 2023 kl. 10:24

Aftur í gjár var løgreglan á ferð við tí endamáli at kanna ferðsluna. Í hesum sambandi vóru tey í Eysturoynni at eygleiða ferðsluna. 

Og úrslitið var, at fimm bilførarar fingu bót.

Fýra bilførarar fingu 1000 krónur í bót í part fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu. Og ein bilførari fekk 2500 krónur í bót fyri at koyra 70 kilometrar um tíman á einum strekki har tað var loyvt at koyra 50.

Tað merkir, at hann var á markinum til at fáa klipp í koyrikortið, tí koyrdi hann 71, fekk hann eisini eitt klipp.