Fimm Nato-skip vitja í Føroyum

Hesa vikuna koma fimm herskip úr Noregi, Týsklandi, Belgia og Niðurlondum á Havnina

Tilvildarlig mynd av Nato-skipum
Redaktiónin
20. mars 2023 kl. 15:52

Hesa vikuna vitja fimm Nato-herskip í Føroyum. Hesi koma frá Noregi, Týsklandi, Belgia og Niðurlondum.

Tvey av skipunum eru longu komin, og hini koma eftir ætlan týsdagin og mikudagin. Talan er um ein minuruddarabólk undir Nato.

Bólkurin hevur verið í Noregi og er á veg suðuryvir, nú steðgað verður í Føroyum. Diplomatisk loyvi til slíkar vitjanir eru treytað av, at skipini ikki hava evnafrøðilig, lívfrøðilig, geislavirkin ella kjarnorkuvápn ella lutir til slík vápn umborð.

Vitjanin skuldi eftir upprunaligu ætlanini vera seinni í vikuni, men er vegna veður framskundað og varir helst til mánadagin 27. mars.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, hevur fyrrapartin ráðført seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd um hvussu føroyskir myndugleikar viðgera og taka avgerðir í sambandi við umbønir hjá herskipum um at koma í føroyska havn, skrivar heimasíðan hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.