Fiskivinnan er í dag á skrá í tinginum

Aðalorðaskifti verður nú klokkan 11 um frágreiðingina um fyrisitingina av sjófeingi, sum Dennis Holm landsstýrismaður legði fram 7. mars

Jóannes Hansen
14. mars 2023 kl. 10:26

Tingfundur verður nú klokkan 11. Fyrsta mál á skrá verður aðalorðaskifti um fiskivinnuna. Hetta er orðaskifti um frágreiðingina um fyrisiting av sjófeingi, sum Dennis Holm landsstýrismaður í fiskivinnumálum legði fram 7. mars.

Tá ið landsstýrismaðurin legði frágreiðingina fyri tingið var tað við hesum orðum.

Sum landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum leggi eg við hesum fram frágreiðing um fyrisiting av sjófeingi.

Samsvarandi § 7, stk. 4 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi, við seinni broytingum, leggur landsstýrismaðurin, áðrenn 20. februar á hvørjumári, frágreiðing fyri Løgtingið sambært § 51, stk. 4 í Tingskipan Løgtingsins um fyrisiting av sjófeingi og teimum veiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar ætlanir hann hevur í hyggju at fremja.

Frágreiðingin viðger gongdina ogstøðuna í fiskivinnuni og væntanir til framtíðarútlit.Frú forkvinnaLøgtingslógin um sjófeingi kom í gildi 1. januar 2020. Summar skipanir fingu tó ikki virknað fyrr enn 1. januar 2022.

Greitt verður frá teimum mest týðandi økjunum í løgtingslóg um sjófeingi í tíðarskeiðinum fyri 1. februar 2023, og hvat er sett í verk í hesum tíðarskeiði.

Á nýggjárinum 2022 var seinasta freist hjá rættindahavarum at knýta síni veiðirættindi at ávísum fiskifari, sum fær veiðiloyvi. Tá var tvey ára tillagingartíðin runnin, og skipan við veiðiloyvum sett í verk. Á nýggjárinum 2023 komu reglurnar um brúksskyldu á fiskirættindi í gildi.

Hagtøl um fiskiveiði hjá føroyskum fiskiførum í føroyskum sjógvi og á øðrum leiðum uttan fyri føroyskan sjógv fyri 2021 og 2022 verða løgd fram, eins og avreiðingarvirðið av veiðuni í føroyskum sjógvi.

Ávísar nøgdir av svartkjafti, norðhavssild og makreli eru settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir. Lýst verður, hvørjar kvotur eru tillutaðar til vinnuligar royndir og verkætlanir á landi, til ítøkiligt skipakeyp og sum ískoytiskvotur til fiskifør.

Føroyar hava, umframt livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi, rættindi at veiða uttan fyri føroyskan sjógv. Hesi veiðirættindi til føroysk fiskifør í 2022 og 2023 eru lýst.

Ein støðulýsing innan fiskiveiðieftirlit verður løgd fram. Fiskiveiðieftirlitið hevur, sambært § 53 í løgtingslóg um sjófeingi, eftirlit við, at reglurnar í lógini, og kunngerðir við heimild í lógini, verða hildnar.

Havstovan hevur gjørt eina støðulýsing av mest týðandi fiskastovnunum. Hesir eru: toskur, hýsa, upsi, longa og gulllaksur í føroyskum sjógvi eins og av ferðandi uppsjóvarstovnunum: makrelur, svartkjaftur og norðhavssild.

Frágreiðingin leggur fram fyri Løgtingið støðuna í fyrisiting av sjófeingi. Yvirskipaða endamálið við sjófeingislógini er at hava eina dagførda lóg, sum setir greiðar lógarkarmar fyri, hvussu høvuðsvinna og høvuðstilfeingi okkara verður skipað og umsitið. Livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi, og tey rættindi, sum Føroyar við samráðingum hava rokkið ella eftir altjóða rætti eiga uttan fyri føroyskan sjógv, eru ogn Føroya fólks.

Dentur er lagdur á at varðveita sjófeingið, lógin fevnir um, og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt, lívfrøðiliga og búskaparliga,til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni.

Átøk, ið eg havi í hyggju at fremja komandi tíðina, verða lýst í frágreiðingini.

Tað er mín vón, at orðaskiftið í Løgtinginum fer at viðgera fyrisiting av sjófeingi, og tann stóra týdning fiskivinna hevur, landi og fólki at gagni, segði Dennis Holm landsstýrismaður, tá ið hann 7. mars legði frágreiðingina fyri tingið.