Fjøruvegurin varð alment handaður í dag

Sí myndir frá handanini

Fríðmundur Nattestad
16. februar 2024 kl. 17:26

Almenn handan var í dag av nýggja vegnum í Runavík.

Tað hevur verið koyrandi eftir Fjøruvegnum - sum liggur beint oman fyri havnarlagið - í eina tíð nú, men veðrið hevur gjørt, at tað ikki hevur borið til at hildið handanina fyrr enn nú.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, hildu røður.

Álvur Haraldsen tók myndirnar niðanfyri.