Flaggdagin verður steypadystur í Gundadali

HB fer til Klaksvíkar mikudagin 24. apríl, tá ið tað verður grannauppgerð í Suðuroy og B71 fær vitjan av AB

Jóannes Hansen
3. apríl 2024 kl. 14:41

Nú er tað ásett, nær teir sjey dystirnir í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið vera.

Mikudagin 24. apríl verður stórdystur í Klaksvík, tá ið KÍ fær vitjan av HB. Sama dag verður grannauppgerð á Eiðinum í Vági, har TB verður gestur hjá FC Suðuroy, og inni í Dal á Sandi fær B71 vitjan av AB.

Flaggdagin 25. apríl verður Skála gestur í Gundadali hjá B36. Sunnukvøldið vann B36 landskappingardyst 4-1 undir Mýruhjalla á Skála.

Flaggdagin fær B68 vitjan av ÍF, og við Margáir fær EB/Streymur vitjan av 07 Vestur.

Fjórðingsfinalan verður hósdagin 9. mai, sum er Kristi himmalfarsdagur. Tað er longu greitt, at NSÍ verður eitt av teimum átta liðunum í fjórðingsfinaluni.