Fleiri av lyklaleikarunum ikki úttiknar til danska landsliðið

Føroyski Jóhan á Plógv Hansen er tó ímillum teir úttiknu

Fríðmundur Nattestad
23. februar 2024 kl. 16:00

Nikolaj Jacobsen, venjari hjá danska hondbóltslandsliðnum hjá monnum, hevur í dag úttikið ein hóp av 16 leikarum, sum skulu spæla ein vinardyst ímóti Sveis í mars.

Merkisvert er, at heili 11 av teimum leikarunum, sum taptu EM finaluna fyrr í ár, ikki eru úttiknir. Niklas Landin, Mikkel Hansen, Mathias Gidsel og Simon Pytlick eru millum teir, sum ikki eru úttiknir.

Orsøkin er tó bara tann, at hesir leikararnir fáa eina hvíld til hendan vinardystin, tí so nógvir dystir aðrir dystir eru á skránni í ár - millum annað OL, sigur Nikolaj Jacobsen við danska TV2.

Føroyski Jóhan á Plógv Hansen, sum spælir við týska stórfelagnum Flensburg-Handewitt, er ímillum teir 16 úttiknu, sum skulu spæla ímóti Sveis í næsta mánað.