Fleiri danskir leikarar ikki tøkir ímóti Føroyum

Danska liðið hevur mannfall undan dystinum í annaðkvøld

Mynd: Paul Ellis/Ritzau Scanpix
Fríðmundur Nattestad
25. mars 2024 kl. 16:00

Fyrr í dag skrivaðu danskir miðlar, at bæði Simon Kjær og Kasper Schmeichel høvdu givið avboð til dystin ímóti Føroyum í annaðkvøld. Báðir dragast við smáskaðar.

Nú boðar danska fótbóltssambandið, DBU, frá, at eisini Thomas Delaney og Jonas Wind hava verið noyddir at trekkja seg úr landsliðssamlingini, orsaka av smáskaðum.

DBU boðar samstundis frá, at ongir avloysarar verða úttiknir til dystin í annaðkvøld.

Kjær, Schmeichel og Delaney byrjaðu allir inni í dystinum hjá Danmark ímóti Sveits seinasta leygardag, meðan Wind varð skiftur inn.

Fyrsta bríksl ímillum Danmark og Føroyar á Brøndby Stadion er í annaðkvøld klokkan 19:15.