Fleiri feløg áhugað í Adrian Justinussen

Adrian hevur skotið sjey mál í fimm dystum fyri Hillerød í næstbestu donsku deildini

Mynd: Rudi Dalsgaard
Fríðmundur Nattestad
5. apríl 2024 kl. 14:32

Fyrr í ár skifti Adrian Justinussen úr HB til Hillerød Fodbold í næstubestu donsku deildini, og 25-ára gamli føroyingurin hevur fingið eina flúgvandi byrjan. Hann hevur skotið sjey mál í fimm dystum.

Danskir miðlar hava gjørt nógv burturúr góðu avrikunum og nógvu málunum, og í dag skrivar Tipsbladet, at fleiri feløg eru áhugað í Adrian.

Sambært keldum hjá Tipsbladet er talan um fleiri svensk og norsk feløg, sum hava vent sær til umboðsmannin hjá Adrian, og tá Hillerød í kvøld spæla ímóti AC Horsens, vera umboð fyri italsk feløg til staðar, fyri at eygleiða Adrian.

Undan landsdystinum ímillum Føroyar og Danmark í farnu viku, segði Adrian í samrøðu við bolt.fo, at hann hevur vónir um at verða seldur til størri felag í summar.