Fleiri foreldur fingu átalu

Løgreglan ger nógv burtur úr at kanna, hvussu støðan er, tá ið børn verða koyrd í skúla um morgnarnar

Áki Bertholdsen
5. september 2023 kl. 13:53

Síðani skúlarnir byrjaðu aftur eftir summarferiuna, hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Tað, løgreglan serliga ansar eftir er um børnini sita í trygdarbelti, og annars brúka tað trygdarútgerð sum tey skulu brúka eftir lógini. 

Eru børnini undir 15 ár, er tað bilførarin, sum hevur ábyrgdina av, at hesi viðurskifti eru ílagi.

Løgreglan hevur eisini eyguni við, at bilførar koyra eftir umstøðunum, serliga tá ið hugsað verður um, at nógv børn eru rundan um bilarnar.

Løgregla sigur, at tey eru á einum trimum, fýra skúlum kring landið hvønn morgun og hetta skulu bæði bilførarar, og børn, venja seg við í einar tvær vikur afturat. 

Løgreglan sigur, at í farnu viku hendi tað seg meiri enn so, at bilførarar ikki syrgja fyri, at børnini eru í trygdarbelti, ella at tey smáu hava barnasetur – og tey heilt smáu hava serligar barnastólar.

Løgreglan sigur, at hetta taka tey í so stórum álvara, at í slíkum førum fáa bilførararnir 1.500 krónur í bót og klipp í koyrikortið.

Men annars eru tað fleiri bilførarar, sum fáa átalu fyri at koyra skjótari enn ráðiligt er við skúlarnar, ella fyri at tey lata børn sita í bilinum við skúlatasku á rygginum - tað er vandamikið, tí hendir eitt óhapp, hava tey onga nakkastúttu ella ryggstúttu.

 Løgreglan sigur, at aftur hesa vikuna hava tey kannað ferðsluna við skúlarnar, men tað hevur verið munandi frægari. Ongar bøtur eru skrivaðar, men onkur átala er givin fyri at hava børn í bilinum við skúlatasku á rygginum.