Fleiri handtikin fyri at mótmæla móti kongshúsinum

Bretska løgreglan hevur handtikið fleiri persónar frá anti-kongshús Republic bólkinum, millum annað leiðaran Graham Smith

Ragnar Sjúrðarson
6. mai 2023 kl. 13:40

Tað skrivar bólkurin á Twitter.

Tað er ikki upplýst hví fólkini eru handtikin.

Sambært Sky News er talan um tilsamans seks fólk frá bólkinum, sum hava skipað fyri eini mótmælisgongu móti kongshúsinum í samband við krýningina av Charles.

Sky News hevur eisini deilt eina mynd frá Twitter, har fýra løgreglufólk standa rundanum ein sitandi Graham Smith.

Løgreglan hevur ikki váttað handtøkuna, skrivar Reuters.

Omanfyri 29.000 løgreglufólk eru til arbeiðis í samband við dagsins hátíðarhald í London.