Fleiri menn í Føroyum verða hóttir eftir pengum á internetinum

Løgreglan ávarar menn um at ansa betur eftir – og teir skulu aldrin rinda

Áki Bertholdsen
3. september 2023 kl. 14:43

Tað eru fleiri menn í  Føroyum, sum verða hóttir eftir pengum á internetinum.

Tað sigur løgreglan. Tey siga, at tey arbeiða við nøkrum málum av hesum slagi, men at tey vita um nógv onnur mál, har tann, sum er fyri hóttan, ikki vil melda, men bara vil hava vegleiðing um, hvussu hann skal bera seg at.

Og løgreglan ivast heldur ikki í, at tað eru nógv onnur mál av hesum slag, har eingin sigur frá.

Í høvuðsheitum er mannagongdin tann, at onkur ókendur, sum ofta sigur seg vera ein kvinna, setir seg í samband við ein føroyskan mann á snapchat, ella onkrum øðrum sosialum miðili av sama slagi.

Í fleiri førum endar tað við at tey skriva saman, og maðurin fær størri og størri álit á hinum. Endamálið er síðani at fáa mannin at taka myndir av sær sjálvum í seksuellum støðum, og at senda myndirnar.

Síðani verða menninir hóttir at rinda loysigjald, ella verða myndirar almannakunngjørdar og sendar vinum og kenningum.

– Skommin fær fleiri menn at rinda, og ofta er talan um nakrar tusund krónur, sigur løgreglan.

Løgreglan sigur, at tað er ein ómetaliga tórfør - fyri ikki at siga ómøgulig - uppgáva at avdúka sendaran, tí ofta er hann í einum heilt øðrum landi, ella enntá í einum heilt øðrum heimsparti.

Men løgreglan heitir staðiliga á menn, og fólk annars, um aldrin at senda nøkrum myndir, sum tey ikki vilja hava, at almenningurin skal síggja.

Ella sum ein ráðgevari á hesum øki hevur sagt: Send aldrin eina mynd á internetinum sum tú ikki vil, at mamma tín skal síggja.

Men er skaðin hendur, eru ráðini at melda, men so er tað ein fyrimunur at hava skermmynd av hóttanunum og so nógvum samskifti, sum gjørligt.

Løgreglan leggur afturat, at er skaðin heldur, mæla tey staðiliga frá at rinda. So skulu tey heldur bíta tað í seg. 

– Tað er ikki sagt, at tey fáa frið bara fyri tað um tey rinda ta fyrstu rokningina. Tvørtur ímóti skal tað ikki koma óvart á fólk, at hava tey rindað eina ferð, verður trýst lagt á tey um at rinda fleiri ferðir, sigur løgreglan.