Fleyr best í gentur 19

Bónuskappingin Gentur 19: Fleyr-Mjølnir 2-0 (25-11, 25-14)

Flogbóltssamband Føroya
25. februar 2024 kl. 18:38

Fleyr vann Bónuskappingina fyri gentur 19 í einum dysti ímóit Mjølnir, sum ongantíð bleiv serliga spennandi. 

 Næstsíðsti dysturin í Bónuskappingini 2024 var fyri gentur 19. Dysturin var ímillum Fleyr og Mjølnir. 

Í dystinum vísti Fleyr slíka styrki, at dysturin ongantíð bleiv veruliga spennandi. Fleyr vann dystin 2-0.

Dagsins leikari í dystinum var Lív Bára Hansen úr Fleyr.