Fleyr vann á Drátti í fimmsettara í fyrru FM-finaluni

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Fyrra FM-finalan Dráttur – Fleyr 2-3 (18-25, 23-25, 25-17, 25-23, 9-15)

Flogbóltssamband Føroya
24. apríl 2024 kl. 22:32

Eftir at hava tapt tey bæði fyrstu settini, kom Dráttur afturíaftur og javnaði til 2-2 í settum, men í javnbrótaranum gjørdi Fleyr bart og vann 15-9.

Fleyr fekk fína byrjan upp á dystin og legði seg á odda 4-0 í fyrsta setti, men Dráttur javnaði til 7-7 og fór framum 10-7. Fleyr mentist tó aftur og fór framumaftur 15-11 og megnaði at halda frástøðuna og vinna settið 25-19. Í avgerandi løtum megnaði blokkurin hjá Fleyr at steðga Terezu Kerpčarová, og settbóltin vann Heidi Christiansen við blokki.

Í øðrum setti vann Dráttur seg framum 14-9, men við fimm stigum á rað legði Fleyr seg á odda 16-15 og megnaði akkurát at halda seg frammanfyri restina av settinum.

Í triðja setti hevði Fleyr júst fingið um endan aftur, eftir at Dráttur hevði verið frammanfyri 6-3, men við sjey stigum á rað dró Dráttur frá og legði seg framum 14-6, og so beið ikki bøtur hjá Fleyr.

Í fjórða setti hevði Dráttur leingi yvirvág, men Fleyr kom í góða støðu og var á odda 23-21. Dráttur helt tó høvdið kalt og vann fýra stig á rað og settið 25-23.

Fyrstu løtuna í javnbrótaranum skiftust liðini um at fáa stig, men eftir 4-4 gjørdi Fleyr eitt skarvslop og fór framum 11-4, eftir at Anja Danielsen hevði lagt trýst á við góðum servum. Dráttur nærkaðist nakað, men munurin var ov stórur, og seinasta smassjinum frá Hannu A. Jacobsen fekk Dráttur ikki bilbugt við, og so hevði Fleyr vunnið fyrra finaludystin 3-2.

Seinna finalan verður í Høllini á Hálsi leygardagin 27. apríl kl. 15. Vinnur Fleyr, so er Fleyr føroyameistari. Vinnur Dráttur hinvegin, so verður føroyameistaraheitið avgjørt við gullsetti, sum gongur upp í 15.

Hagtølini siga, at síðan farið varð undir at spæla FM-finalur í 2010, hevur tað altíð verið liðið, sum vann fyrsta dystin, sum er vorðið føroyameistari. Verður tað øðrvísi í ár?