Flogbóltssamband Føroya hevur sett ítróttarstjóra

Virksemi er økt nógv hjá Flogbóltssambandinum, og tí hevur Flogbóltssamband Føroya nú sett ein ítróttarstjóra at taka sær av dagliga virkseminum

Sigurjón Einarsson
1. desember 2021 kl. 13:58

Virksemið hjá Flogbóltssamband Føroya (FBF) er økt munandi seinastu árini, og nógvar stórar og spennandi avbjóðingar liggja fyri framman, ið seta hægri krøv til dagliga virksemi hjá FBF

Í hesum sambandinum hevur nevndin í FBF tikið støðu til at seta Beinir Kristiansen í starv sum stjóra hjá FBF. Starvssetanin er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað.

Tað skrivar Flogbóltssamband Føroya í einum tíðindaskrivi.

Beinir er ikki ókendur í føroyska flogbóltsheiminum, og hevur hann millum annað verið meistari við ÍF, tá fuglfirðingar á fyrsta sinni gjørdust føroyameistarar í flogbólti í 1989.

Umframt at leiða skrivstovuna hjá FBF, so fær nýggi stjórin sum høvuðsuppgávu at vera við til at menna einstøku feløgini kring landið, styrkja um altjóða sambondini hjá FBF og at styrkja um inntøkugrundarlagið fyri føroyska flogbóltin sum heild.

Ætlandi verður enn eitt starvsfólk sett í starv í næstum, skrivar Flogbóltssambandið

Beinir er byrjaður í starvinum í dag, 1. desember 2021.