Flogvøllurin verður opin - hóast verkfall er

Flogferðslan verður ikki løgdlamin, hóast samhugaverkfall verður á flogvøllinum

Flogfør koma og fara - hóast verkfall er
Áki Bertholdsen
8. juni 2024 kl. 16:45

Sum vit áður hava skrivað í dag, fer Starvsfelagið í samhugaverkfall klokkan seks týsmorgunin. Tey siga einki um, hvussu leingi verkfallið skal vara, tí tað taka tey støðu til sum tíðin gongur.

Millum tey, sum fara í samhugaverkfall, eru limirnir hjá Starvsfelagnum á flogvøllinum. Enn er óvist, akkurát hvussu hetta fer at raka flogvøllin.

Men Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, staðfestir, at flogvøllurin verður ikki stongdur og at tað framvegis fer at verða flogið til Føroyar og úr Føroyum, hóast verkfall er.

Í sáttmálanum ímillum Starvsfelagið og Vága Floghavn, stendur nevniliga, at hóast tað er verkfall, kann flogvøllurin vera opin fyri vanligum rakstri í átta tímar um dagin - og tað skulu vera átta samanhangandi tímar.

Harumframt skal flogvøllurin verða opin til sjúkraflutning, bjarging og leiting eftir tørvi.
– Vit hava keypt verkfalsrættin frá Starvsfelagnum í átta tímar um dagin, so flogvøllurin verður ikki stongdur og flogferðsla verður framvegis til og úr Føroyum, sigur hann.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, váttar at so verður, nevniliga, at flogvøllurin verður opin í átta samanhangandi tímar um dagin.

Akkurát frá nær og til nær, veit hann ikki, men tað verður í átta tímar ta tíðina, flogvøllurin annars er opin.

Væntandi verður tað sostatt soleiðis, at flogvøllurin fer at vera opin frá klokkan seks á morgni, ella so, og átta tímar fram.