Floksmannadagur: Mentanarútferð komandi 2. juli – aftur til røturnar

Sum so mong onnur her á landi gjørdist eg á ungum árum hugtikin av løgnu søguni um floksmenninar úti í Fugloy. Nøvnini Høgni Nev, Rógvi Skel, Hálvdan Úlvsson og Sjúrður við Kellingará eru reinur skaldskapur og lætt er at ímynda sær menninar við hesum miðaldarnøvnum

Johan Mortensen
12. mai 2022 kl. 08:00

Søgnin sigur at hesir vóru loysingarmenn, og at teir vildu loysa Føroyar frá Danmark, men eisini varð sagt, at teir vóru yvirgangsmenn og framdu nógv brotsverk. Bátur teirra var hvítur í annað borð og svartur í hinum.

Tá teir so einaferð verða tiknir og dømdir at lata lív, hoyra vit poetisku søguna um, at Sjúrði við Kellingará stóð í boði at verða eirdur, men her sýnir hann fyrsta dømi í føroyskum søgnum um kollektiva skuld og moralska ábyrgd og vil hann lata lívið saman við hinum.

Hvat er satt og ikki er ikki gott at meta um, men tað er sera hugvekjandi á Floksmannadegnum 2. juli at ganga í fótasporunum hjá hesum okkara fyrsti tjóðveldismonnum og lata tankarnar reika í stórbæru náttúruni úti í Fugloy, og at fara niðan á Eystfelli, har Sjúrður við Kellingará skal hava sagt at “frítt er Eystfelli frá at fara “, tá hann tungur í huga fór sína seinastu ferð til avrættingarstaðið.

Floksmannadagurin, sum er fyrimyndarliga fyriskipaður av Símuni Gullaksen, hevur nú nøkur ár á baki, men hann er líka spennandi og forvitnisligur hvørja ferð. Tað plaga at verða um 60 luttakarar úr øllum landinum, sum, aftaná gongutúrin niðan á Eystfelli, njóta gastronomiskar munnbitar hjá Gutta Winther og hansara hjálparfólki, áðrenn sjálvt borðhaldið, har borðreitt verður við langtíðarstoktum føroyskum lambskjøti, stoktum í jørðini við gróthita, júst sum fornu víkingarnir gjørdu, afturvið eru serbryggj frá Anniku Waag, tónleikur og felagssangur og ofta verður farið uppá gólv áðrenn farið verður av oynni aftur um kvøldið.

Tað eru nógv søgulig støð í Føroyum og tað er at vóna at Floksmannadagarnir kunnu inspirera onnur til líknandi túrar – Suðuroyggin til dømis, hevur nógv søgulig støð, sum eru eina vitjan verd og er fólkafundurin í Lítlu Dímun ein góð byrjan.