Flóttafólk úr Ukraina lokið prógv í føroyskum

Næmingarnir hava staðið seg avbera væl

Áki Bertholdsen
1. juni 2023 kl. 14:09

Tað var hátíðardámur á kvøldskúlanum fyrrapartin í dag, tá ið 20 næmingar úr Ukraina fingu handað prógv. Tey hava lokið undanskeið í føroyskum sum annaðmál, sigur Tórshavnar Býráð í tíðindaskrivi.

Undirvísingin byrjaði í februar, og undirvíst hevur verið tíggjar dagar um vikuna. 

– Næmingarnir hava staðið seg avbera væl, sigur Heidi Vinther, sum hevur verið undirvísari. 

Aftrat sær hevur hon havt Slavu Turchynets, sum hevur virkað sum tulkur.

Umframt sjálva undirvísingina hevur nógv verið gjørt burtur úr at skapa góðan trivnað og felagsskap. Næmingarnir hava hugnað sær óført, og við hátíðarløtuna fyrrapartin varð ein filmur sýndur, sum tey hava gjørt, ið vísir tíðarskeiðið frá februar til nú og tað stóra virksemið, sum hevur verið. Eisini sungu tey ein sang - á føroyskum.

Móttøkuflokkurin er fyrsta stigið á leiðini hjá næmingunum úr Ukraina at læra føroyskt. Vilja tey halda fram, er næsta stigið at tekna seg til vanligu undirvísingina í føroyskum sum annaðmál.