Flytur av Skála og til KÍ

Kvinnur: Aftur í kvøld boðar KÍ frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við nýggjan kvinnuligan spælara

Jóannes Hansen
7. november 2023 kl. 19:35

Í gjárkvøldið vóru tíðindini, at Margunn Lindholm hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við KÍ. Hon hevur higartil spælt við NSÍ.

Í kvøld eru tíðindini úr KÍ, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við enn ein kvinnuligan spælara. Nú er tað Sólja Ernstsdóttir, sum hevur skrivað undir sáttmála við KÍ.

KÍ sigur, at Sólja er 17 ára gomul og hevur altíð spælt á Skála, uttan 2022-23, tí hon var á eftirskúla í Danmark, har hon spældi fyri Vildbjerg. Sólja hevur verið sera sjónlig í Betri deildini fyri EBS/Skála, har hon spældi 9 dystir og skoraði 4 mál. Hon er ein skjótur og tekniskt væl fyri og álopssinnaður leikari.