FMA - Ársins klassiski prísur: Kristina Thede Johansen

Kristina vann fyri debut konsertina SANSA Føroyar

Mynd: Álvur Haraldsen
Fríðmundur Nattestad
9. mars 2024 kl. 19:41

Tónleikavirðislønirnar til Faroese Music Awards 2024 verða handaðar í Norðurlandahúsinum beint nú.

Ársins klassiski prísur fór til Kristinu Thede Johansen fyri debut konsertina SANSA Føroyar.

Virðislønin varð givin fyri tónlistaligu dygdina av eini útgávuni, einari framførslu, einum verki ella einum heilum ársavriki.

Til ber at stroyma tiltakið á heimasíðuni hjá KVF.