FMA - Ársins serútgáva: ... eftir hjá Klingra

Virðislønin varð latin eini útgávu, sum er uttanfyri vanligu kommersiellu rammurnar

Mynd: Álvur Haraldsen
Fríðmundur Nattestad
9. mars 2024 kl. 20:54

Tónleikavirðislønirnar til Faroese Music Awards 2024 verða handaðar í Norðurlandahúsinum beint nú.

Útgávan ... eftir hjá bólkinum Klingra vann virðislønina fyri Ársins serútgávu.

Virðislønin varð latin eini útgávu, sum er uttanfyri vanligu kommersiellu rammurnar. Tónleikurin stíður av breiða vegnum í leitannini eftir egnu rás. Úrslitið er nýhugsað og øðrvísi.

Til ber at stroyma tiltakið á heimasíðuni hjá KVF.