FMA - Ársins spíri: Supervisjón

Ársins Spíri er ein persónur ella projekt/bólkur, sum fyri fyrstu ferð hevur gjørt vart við seg á tónleikapallinum í 2023

Mynd: Álvur Haraldsen
Fríðmundur Nattestad
9. mars 2024 kl. 19:46

Tónleikavirðislønirnar til Faroese Music Awards 2024 verða handaðar í Norðurlandahúsinum beint nú.

Ársins spíri gjørdist bólkurin Supervisjón.

Ársins Spíri er ein persónur ella projekt/bólkur, sum fyri fyrstu ferð hevur gjørt vart við seg á tónleikapallinum í 2023.

Til ber at stroyma tiltakið á heimasíðuni hjá KVF.