FMA - Ársins tekstur: Hans Jacob Kollslíð

Hans Jacob Kollslíð vann virðislønina fyri útgávuna Rúm hjá Marius

Mynd: Álvur Haraldsen
Fríðmundur Nattestad
9. mars 2024 kl. 20:33

Tónleikavirðislønirnar til Faroese Music Awards 2024 verða handaðar í Norðurlandahúsinum beint nú.

Hans Jacob Kollslíð vann virðislønina Ársins tekst fyri útgávuna Rúm hjá Marius.

Tað var Kári P, sum handaði virðislønina, og hann kunngjørdi vinnaran soleiðis:

Tónleikur er sum eitt egið tungumál, og orð eru sum tónar. Tónleikur og skaldskapur eru listagreinar í hvør sínum lagi, men tá hesar renna saman, kunnu tær lyfta seg upp á eina hægri eind.

Vinnari í ár smíðar tekst, ið fáa tankar og hugan hjá áhoyranum at sveima. Tekstir, sum bjóðar tær av sum lurtara. Hann setir saman orð í vakrar og bergtakandi tekstir, sum nema við tað eksistensiella og andaliga í tilveruni - eisini við tær stóru, truplu og sváru kenslurnar. Hann tekur teg við sær í leitanina eftir tí innara veruleikanum, sum eisini leggur leiðina gjøgnum djúpini í sinninum - í tínum egna rúmi. Hetta eru estiskir tekstir, sum lokkandi vekja ein huga at leita aftur til orðini fyri at finna nýggjar fláir í týdninginum. Orð, sum dragandi og rámandi nema teg, so tað kennist, sum geva tey afturljóð í tínum holdi.

Ársins vinnari hevur seinnu árini ritað sítt navn á føroyska listapallin. Fyrst og fremst sum teksthøvundur hjá Mariusi Ziska. Teir eru runnir saman sum eitt makkarapar, ið komplementera hvønn annan listaliga. Orðini geva løgunum eitt flog, og saman hava teir gjørt sangir, sum eru vornir fólkaogn. Hann vísir í verki, hvussu skrivaða orðið megnar at ríka løg, og at stórbær list skapast, tá skaldskapur og tónleikur renna saman.

Vinnari av ársins teksti 2024 er Hans Jacob Kollslíð fyri Rúm.

Til ber at stroyma tiltakið á heimasíðuni hjá KVF.