FMA - Ársins tónleikaheiður: Hanus G

Tónleikaheiðurin er virðisløn, sum verður latin tónleikara ella bólki, sum hava gingið slóðir, sum ikki vórðu gingnar frammanundan og sum hava verði undangongufólk á ymsar hættir

Mynd: Álvur Haraldsen
Fríðmundur Nattestad
9. mars 2024 kl. 21:13

Tónleikavirðislønirnar til Faroese Music Awards 2024 verða handaðar í Norðurlandahúsinum beint nú.

Virðislønin Ársins tónleikaheiður varð latin Hanusi G.

Sólvit Nolsø, løgtingsmaður, handaði virðislønina, og hann kunngjørdi vinnaran soleiðis:

Tónleikaheiðurin er virðisløn, sum verður latin tónleikara ella bólki, sum hava gingið slóðir, sum ikki vórðu gingnar frammanundan og sum hava verði undangongufólk á ymsar hættir.

Talan er fólk, sum í fleiri ár hava lagt løg og yrkingar afturat føroyska tónleikinum og bæði tónleikurin, yrkingarnar og ofta listafólkini sjálvi, eru blivin at kalla fólkaogn.

Tey eru partur av tí, vit kalla føroyski tónleikaarvurin ella tónleikamentanin og eru ikki bara í sær sjálvum listafólk, men eru eisini ein íblástur hjá teimum listafólkunum, sum eru komin eftir tey.

Ein av yvirskriftunum fyri kvøldið í kvøld, hevur verið serstøk samstørv og tað riggar væl til tónleikaran, sum í ár fær Tónleikaheiðurslønin, tí hann hevur í fleiri ár verði í einum serstøkum samstarvi við yrkjaranum úr Sumba – Pól F.
Tónleikaheiðurslønin í ár verður latin..... Hanus G. Johansen


Til ber at stroyma tiltakið á heimasíðuni hjá KVF.