FMA - Ársins tónleikari: Per I. Højgaard Petersen

Virðislønin skal varpa ljós á tey, ið framføra tónleik í Føroyum

Mynd: Álvur Haraldsen
Fríðmundur Nattestad
9. mars 2024 kl. 20:04

Tónleikavirðislønirnar til Faroese Music Awards 2024 verða handaðar í Norðurlandahúsinum beint nú.

Ársins tónleikari gjørdist Per I. Højgaard Petersen.

Virðislønin varð latin til tónleikara, ið hevur verið eyðsýndur innan føroyska tónleik (á palli ella í studio) í 2023. Hon skal varpa ljós á tey, ið framføra tónleik í Føroyum.

Til ber at stroyma tiltakið á heimasíðuni hjá KVF.