FMA - Ársins útflutningsheiðursløn: Plátufelagið Tutl

Kristian Blak, sum setti plátufelagið á stovn í 1977, tók ímóti virðislønini

Mynd: Álvur Haraldsen
Fríðmundur Nattestad
9. mars 2024 kl. 20:43

Tónleikavirðislønirnar til Faroese Music Awards 2024 verða handaðar í Norðurlandahúsinum beint nú.

Ársins útflutningsheiðursløn varð latin plátufelagnum Tutl.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, handaði virðislønina, og hann kunngjørdi vinnaran soleiðis:

Tvey ár eru liðin síðani fyrsta útflutningsheiðurslønin varð latin. Tann fyrsta varð latin eini lutfalsliga ungari tónleikavinnufyritøku, rópt Mahogni Music Publishing. Fyritøkan hevur tryggjað eina økta eksponering av føroyskum tónleiki úti í heimi - og ger tað framvegis, m.a. við at fáa føroyskan tónleik við í sjónvarpsrøðir, sjónvarpslýsingar og filmar. Í fjør fekk Eivør heiðurslønina. Hóast tjúgu ár eru liðin, síðan hon fór undir sína altjóða tónleikayrkisleið, megnaði hon kortini at hava sítt besta ár í 2022.

Ársins vinnari er – til samanberingar við vinnaran í fjør, – eisini at rokna sum ein veteranur á sínum øki. Í roynd og veru er vinnarin ein av teim allar elstu veteranunum á føroyska tónleikapallinum. Kortini hevur fyritøkan megnað at halda seg aktuella øll árini.

Fyritøkan hevur leingi verið ein grundsúla undir føroyskum tónleikaútflutningi. Í seinastuni eru tó týðandi broytingar framdar, serliga í 2023. Hetta hevur dómsnevndin lagt til merkis og metir tí, at fyritøkan hevur uppiborið ta viðurkenning, sum ársins útflutningsheiðursløn er.

Fyritøkan savnar seg alt meira í dag um at skoða út um landoddarnar. Fyritøkan ger íløgur í tónleikaútflutning, bæði fíggjarliga og í arbeiðsmegi. Fyritøkan hevur ung fólk í starvi, sum gjøgnum sítt arbeiði í fyritøkuni fáa møguleika at taka fyrstu fetini í altjóða tónleikavinnuni. Vit hava tørv á meira av hesum, tí tey, sum standa handan tónlistafólkini, hava ofta ein líka so umráðandi leiklut fyri framgongdina hjá tónlistafólkunum, sum tónlistafólkini sjálvi hava.

Fyritøkan og ungu starvsfólk hennara hava víst ein brennandi eldhuga fyri føroyskum tónleikaútflutningi. Tey ferðast runt á showcase festivalum og á tónleikavinnu-festivalium uttanlands, og brúka nýggju vitanina og netverkið til at hjálpa øðrum tónlistafólki víðari á ferðini á síni tónlistayrkisleið.

Er tað veruliga gjørligt at reka eitt altjóða plátufelag úr lítlu Føroyum? Ja, tað hevur hendan fyritøkan prógvað so dyggiliga! Vinnarin er Plátufelagið Tutl.

Til ber at stroyma tiltakið á heimasíðuni hjá KVF.