FMA eftirmetingarfundur í Reinsarínum

Áhoyrarar fáa høvi at koma við konstruktivum kritikki - ella rósi - til fyriskipararnar

Fríðmundur Nattestad
2. apríl 2024 kl. 15:30

9. mars vóru FMA tónleikavirðislønirnar handaðar í Norðurlandahúsinum. Fyriskipararnir vóru Tónleikasamband Føroya, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið.

Nú bjóða fyriskipararnir inn til almennan eftirmetingarfund í Reinsarínum, tann 9. apríl klokkan 16.30. Her verður tað møguligt at koma við konstruktivum kritikki (ella rósi) til fyriskipararnar.

Skráin er einføld. FMA arbeiðsnevndin fer at greiða frá, hvussu tiltakið og sjónvarpssendingin eydnaðist, hvat gekk væl og hvat tey ynskja at broyta til næsta FMA. Síðani verður møguligt hjá áhoyrarum at fáa orðið.

Tíðin til spurningar og viðmerkingar er tó avmarkað, og tí ber til at senda fyriskiparunum teldupost á marianna@musikk.fo, har tú kanst biða um orðið áðrenn fundin, og harvið vera fyrst í røðini at viðmerkja.

Um tíð er til fleiri viðmerkingar eftir hetta, verður orðið givið víðari. Verður ikki tíð til tað, so kann man senda sína viðmerking til marianna@musikk.fo, og so verður hon lisin og viðgjørd av næstu FMA arbeiðsnevndini.