Fòlk kunnu verða sjúk av at eta hendan høsnarungan

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar aftur nú ímóti eini matvøru

Áki Bertholdsen
24. mai 2023 kl. 12:46

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av høsnarunga, sum er at fáa í Føroyum.

Talan er um:

Rose Stegt Barbecue Inderfilet
Nettovekt: 150g

Best fyri: 25.05.2023

EAN-strikukota : 5760725234450

Orsøkin til ávaringina er, at tað er vandi fyri, at høsnarungin ikki er hitaviðgjørdur eftir forskriftum. Tískil er eisini vandi fyri, at sjúkuelvandu bakteriur kunnu vera í honum.

Heilsufrøðiliga Starvsstova mælir fólki, sum liggja inni við hesum høsnarungunum um at koyra teir í skrell, ella fara aftur í handilin við teimum.