- Fólk spurdu, um eg hevði nakra meining við lívinum

Tíggju ár við barnloysi hevur givið 35 ára gomlu Vanju Skoradal nógvar svøvnleysar nætur, tunglyndi og stóra sorg. Men mest av øllum stórt einsemi. At vera tann einasta kvinnan í sínum nærumhvørvi, sum ikki fekk børn og í tíð og ótíð vera spurd, um hví hon ikki átti børn, gjørdi at hon bleiv beisk. So beisk, at hon valdi at slíta samband við fólk. Og serliga halda seg burtur frá umhvørvum, har børn komu

(Mynd: Finnur Justinussen/Leit.fo)
Rebekka Manuela Behrens
17. november 2022 kl. 17:43

Í blaðnum, sum kemur út í morgin, varpa vit ljós á óviljað barnloysi. Her er eitt brot úr greinini:

- Nær fert tú at fáa tær børn?

Ein spurningur, sum nógvar føroyskar kvinnur fáa. Ein typiskur spurningur, sum øll ikki geva sær far um, tí í Føroyum er vanligt at fáa sær børn. Nógv børn. Og eisini nógv fleiri børn enn kvinnurnar í grannalondunum. Tað er tí ein inngrógvin partur í lívinum hjá fleiri kvinnum. So inngrógvin, at øll ikki geva sær far um, hvussu troyttandi - og summar tíðir særandi - tað kann vera at fáa spurningin. Serliga hjá teimum, sum inniliga ynskja sær børn, men eingi fáa.

Tað kennir 35 ára gamla Vanja Skoradal úr Rituvík alt til. Í mong ár royndu hon og maður hennara at gerast við barn uttan úrslit. 13 ár seinni eydnaðist tað loksins við hjálp frá eini gitningarfremjingarstovu í Íslandi.

Í dag livir familjan dreymin saman við  eitt ára gamla soni teirra, Jóel.

Hóast dreymurin um at gerast foreldur bleiv til veruleika, eru arrini frá tíðini, tá tey royndu at gerast við barn, enn sjónlig.

(Mynd: Finnur Justinussen/Leit.fo)

- Tann spurningurin, sum enn situr fast í mær er, tá ein spurdi, um eg yvirhøvur hevði nakra meining við lívinum, tá eg ikki átti barn. Eg blívi so ill, tá eg hugsi um spurningin. Eg livi og eisini tá livdi eitt meiningsfult lív. Eg haldi veruliga, at fólk eiga at hugsa seg um, áðrenn tey spyrja fólk spurningar viðvíkjandi barnloysi. Tað kann gera so stóran skaða.

Les greinina í fullari longd í blaðnum, sum kemur út í morgin, ella við at tekna teg sum haldara á heimasíðu okkara.