Fólkaflokkurin á vitjan hjá Almannaverkinum

Stjórin greiddi frá møguleikum og avbjóðingum

Fólkaflokkurin
23. mai 2023 kl. 14:50

Í dag hava Árni Skaale, Bárður Á Lakjuni og Beinir Johannesen vitjað Almannaverkið, har Edvard Heen greiddi frá virkseminum, møguleikunum og avbjóðingunum, ið standa fyri framman. 
Virksemið hjá Almannaverkinum fevnir um knappan triðing av fíggjarlógini: frá útgjøldum av ymiskum veitingum til tilboð til tey, ið hava tørv á hjálp og vegleiðing í gerandisdegnum.
Fólkaflokkurin hevur púra greiðan politikk - vit skulu hjálpa teimum, ið hava tørv á tí, tí tey, ið klára seg sjálvi, skulu nokk klára seg sjálvi
Takk fyri áhugaverda framløgu og kunning.