Fongsulsrevsing fyri at neyðtaka vinin

Ein ungur maður varð í Føroya rætti í dag dømdur fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið vinmannin, ið ber sálarligt brek. Ágangurin gekk fyri seg í einum tíðarskeiði frá 2018 til 2021

Mynd: Steinar Patursson
Steinar Patursson
31. oktober 2022 kl. 16:20

Ein 19 ára gamal maður varð í Føroya rætti í dag dømdur tíggju mánaðar fongsulsrevsing fyri neyðtøku og fyri at misnýta mentalu støðuna hjá órættaða til at sníkja seg til annað seksuelt samband enn samlegu.

Maðurin varð dømdur eftir gomlu grein 216 og grein 218 sambært grein 225 í revsilógini, av tí at kynsligi ágangurin fór fram, áðrenn revsilógin var dagførd, sigur Ingi Midjord, sum førdi málið fyri ákæruvaldið.

Maðurin varð dømdur fyri fleiri ferðir at hava kynsliga gjørt seg inn á órættaða í tíðarskeiðnum frá 2018 til februar í 2021, og maðurin varð eisini dømdur fyri at hava hótt órættaða mannin við at vísa videoupptøkur av honum fyri øðrum, um hann ikki gjørdi eftir boðum í sambandi við kynsliga ágangin.

Dómurin ljóðaði á tíggju mánaðar fongsulsrevsing, men bert tríggir teirra eru treytaleysir. Ákærin sigur, at hann pástóð eina fongsulsrevsing á tíggju mánaðir, men av tí at dømdi maðurin var undir 18 ár, tá partur av áganginum varð framdur, gjørdi dómarin av, at sjey mánaðar av revsingini skuldu vera treytaðir.

Harumframt varð treyt um 120 tímar av samfelagstænastu, og dømdi maðurin skal eisini rinda órættaða manninum 25.000 krónur í endurgjaldi.