Foreldur at smábørnum í Klaksvík fáa stóra jólagávu frá býráðnum

Tað verður ein munandi fíggjarligur lætti á jólum

Áki Bertholdsen
17. november 2023 kl. 16:43

Klaksvíkar býráð hevur nú samtykt at geva øllum smábarna-foreldrum, sum hava børnini á dagstovni, eina ordiliga jólagávu.

Barnafamiljurnar eru sera hart kroystar, nú tað stunda til jóla. Høg renta og høgir prísir á gerandisvørum og olju, ger at gerandisdagurin er vorðin munandi dýrari seinastu tíðina.

Jólini krevja vanliga nógv av fíggjarstøðuni hjá familjuni, og verandi prísum legst bara stein oman á byrðu.

Minnilutin í Klaksvíkar býráð sigur, at tí hava tey skotið upp at strika ansingargjøldini hjá foreldrum hesar báðar seinastu mánaðirnar í ár.

Og tað hevur býráðið nú samtykt einmælt. Og tað merkir, at foreldur at børnum, ið ganga í dagstovn ella frítíðarskúla, ikki skulu gjalda fyri novembur og desmbur mánað í ár.

Tað vil siga, at onki foreldur skal gjalda fyri pláss seinast í november og seinast í desembur í ár, sigur minnilutin.

Minnilutin, sum er Jógvan Skorheim, Signhild V. Johannesen, Tummas Lervig og Annika Steintórsdóttir sigur, at inntøkurnar hjá kommununi hava enn einaferð sett met, og at kommunan hevur fingið góðar 11,5 milliónir meiri inn í skatti enn mett var, og í oktobur var meirinntøkan góðar 1,5 millión.

– Tí er tað sjálvsagt, at peningurin verður brúktur til ein munagóðan lætta hjá barnafamiljuni beinanvegin, siga tey.

– Jólini skulu snúgva seg um hugna, samanhald, gleði og familjuna. Okkara vón er, at ein slíkur fíggjarligur lætti kann økja um trivnaðin og geva barnafamiljuni eitt frírúm nú jólahøgtíðin nærkast, siga tey.

Hetta kostar kommununi umleið 1,5 milliónir.

Frá vinstru á myndini eru tey Jógvan Skorheim, Signhild V. Johannesen, Annika Steintórsdóttir og Tummas Lervig.

H