Foreldur halda seg til tey kendu nøvnini á ið tey skulu geva børnunum navn

Men kortini eru tað nógv nýggj nøvn, sum stinga seg upp. Her eru tey mest vanligu nøvnini, bæði á gentum og dreingjum

Áki Bertholdsen
15. september 2023 kl. 09:53

Jákup og Jógvan eru framvegis vanligastu nøvn á monnum í Føroyum, og Maria  og Anna eru tey mest vanligu kvinnunøvnini. 

Tað staðfestir Hagstovan. Nøvnini Jákup og Jógvan hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985. Síðani 2002 hevur Jákup verið mest vanliga navnið, meðan Jógvan var mest vanliga navnið áðrenn tað. 

Somuleiðis hava nøvnini Rúni, Høgni, Ólavur og Kári verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár. Einasta broyting er, at navnið Eyðun er skift út við navnið Jónas í 2021. 

Fara vit 30 ár aftur til 1992 er broytingin eitt sindur størri. Tá vóru nøvnini Bárður, Martin og Magnus ikki á listanum fyri tíggju tey mest vanligu nøvnini, men Jan, Regin og John í staðin.

Nýggjasta navnið á listanum yvir tíggju tey mest vanligu nøvnini á monnum er Jónas. Jónas er best umtókta navn á monnum í hesi øldini og er klintrað av einum 494. plássi í 1992 til 9. pláss í 2022, tá teir vóru 170 í tali. 

Einki navn er skift út á listanum yvir 10 tey mest vanligu mannfólkanøvnini í nýggju navnauppgerðini, tó hevur Høgni tikið Bárð, soleiðis at nøvnini hava skift raðfylgju.

Eins og hjá monnunum, eru tíggju tey vanligastu nøvnini á kvinnum at kalla tey somu í 2022 sum fyri 30 árum síðani.

Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum 1. januar í ár, vóru Maria, Anna og Annika. Síðani koma vælkend nøvn sum Katrin, Beinta, Marjun og Rannvá. 

Maria, Anna og Annika hava verið ovast á listanum yvir nøvn á kvinnum øll árini síðan 1995. Áðrenn 1995 var Marjun millum tey trý mest vanligu nøvnini á kvinnum. 

Tíggju tey vanligastu nøvnini í 2022 vóru at kalla tey somu sum í 1992. Einasti munur er, at navnið Súsanna eru skift út við nøvnini Hanna og Lív, sum í 2022 bæði eru á 10. plássi. 

Hóast tað eru fáar broytingar í listunum yvir mest vanligu nøvn, merkir tað ikki, at navnarákið stendur í stað. Fleiri nøvn eru løgd aftrat hesi 30 árini síðan 1992, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Silas, Lukas, Nóa, Liam, Aleksandur og Bragi.

Fleiri nøvn eru somuleiðis løgd aftrat síðan 1992 hjá kvinnunum, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Emilia, Alda, Ranja, Vón, Brá, Ria, Lý og Mira.