Forkunnug framførðsla: Samantvinna film, dans og tónleik

Fyri umheiminum verða Føroyar lýstar sum seinasti óspilti bletturin á jørðini. Gerandisdagurin boðar tó frá einum øðrum veruleika

Áki Berholdsen
27. september 2023 kl. 09:40

Í Norðurlandahúsinum verður nú ein nýggj framførsla, sum setur sjóneykuna á norðurlendska samleikan úr sjónarhorninum hjá kvinnum. 

Tað er framførðslan, JÖRÐ, ið samantvinnar films-, dansi- og tónlist, og sum verður framførd í Norðurlandahúsinum 6. og 7. oktobur.

Fyri umheiminum verða Føroyar lýstar sum tær grønu oyggjarnar, eitt paradís - seinasti óspilti bletturin á jørðini. Men tey halda, at gerandisdagurin boðar tó frá einum øðrum veruleika: Vit eru nýmótans, vit fylgja við - vit koyra bilar sum fá onnur, nýta Facebook og Netflix og flúgva uttanlands, og hóast vit eru eitt fjarskotið land, eru vit tætt knýtt at umheiminum.

– Hesin tvídáttur í okkara samleika, ikki bara í Føroyum, men eisini í Norðurlondum er eitt av evnunum í JÖRÐ. Við ljóði, uppvørpum og dansi, setur verkið náttúruna og mentanina, tað heimliga og tað alheimsliga upp ímóti hvørjum øðrum. 

– Poppmentan, plast og høghælaðir skógvar møta norðurlendskum mýtum, hvøssum gróti og brúsandi brimi.

Verkið er eitt listarligt samstarv millum Mariu Guldbrandsø Tórgarð og Vár Bech Árting úr Føroyum, Lisen Pousette úr Svøríki, Tiia Kasurinen úr Finnlandi og Lil Lacy úr Danmark/USA.

Tað eru fimm listakvinnur, sum hava leitað saman tvørtur um landa- og listamørk. JÖRÐ er úrslitið, sum er sprottið úr samrøðum teirra millum um, hvørja áskoðan hesar kvinnur hava um sítt yrki, lond og menning í samfelagnum.

Eftir frumsýningina 6. oktober bjóða Norðurlandahúsið  til listafólkaprát og eitt glas av brúsandi víni.

 Koreografi og framførsla: Vár Bech Árting, Lisen Pousette og Tiia Kasurinen

Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð

Tónaskald: Lil Lacy

Ljósdesign og ljóðtøkni: Anton Skarborn

Búnar: Maibritt Marjunardóttir og Lydia Vermaat-Wallin

Filmfotograf: Barbara Lervig

Tónleikarar: Nordic String Quartet og Rune Kielsgaard (trummur)

Listarlig framleiðsla: Maria Guldbrandsø Tórgarð og Vár Bech Árting

Fyrisitari: Durita Sumberg

Samframleiðari: Norðurlandahúsið í Føroyum

Stuðlar: Nordisk kulturkontakt, Nordisk kulturfond, Mentanargrunnur Landsins og Tórshavnar Kommuna