Forkunnug framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Sí myndir av føroyska gerandisdegnum fyri meira enn hundrað árum síðani

Fríðmundur Nattestad
17. apríl 2024 kl. 15:00

Nú verður møguligt at síggja forkunnugar fotomyndir, ið vísa føroyska gerandisdagin fyri meira enn hundrað árum síðani.

Í 1980 ognaði Per á Hædd sær 140 glasplátur við myndum, sum danski fotografurin Anders Peter Hansen tók í Føroyum í 1911. Tær flestu eru úr Norðstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjum, og geva tær eina góða fatan av tí framburði, føroyska samfelagnum hevur verið fyri síðani.

Framsýningin, sum Fotostudio hevur sett upp og sum eisini er søluframsýning, letur upp í Smiðjuni í Lítluvík hósdagin 18. apríl kl. 16.00 vælkomin.