Formaðurin í B68: - Uppgávan er stór, men hon er ikki ómøgulig

Formaðurin í B68, Høgni Petersen, ásannar, at fíggjarliga støðan hjá felagnum ikki er haldgóð, men sigur at talan er um eina løtumynd

Ragnar Sjúrðarson
15. september 2023 kl. 19:22

Fyrr í dag kundi Dimma.fo avdúka, at undirskotið hjá fótbóltsfelagnum B68 er 2,3 milliónir krónur. Tølini eru frá álítandi dulnevndum keldum, sum í gjárskvøldi vóru á fundi við nýggju nevndina, har nevndin m.a boðaði leikarunum frá, at í løtuni hevur felagið ikki ráð at rinda teimum løn.

Høgni Petersen, formaður í B68, sigur tað vera rætt, at nevndin, ið tók við fyri trimum vikum síðani, hevur gjørt fíggjarligan status og kunnaði leikararnar um fíggjarligu støðuna í gjárskvøldi. 

Høgni Petersen sigur at talan ikki eru um eitt rakstrarhall áljóðandi 2,3 milliónir krónur, men at talan bert er um eina løtumynd, sum vísur, at felagið skyldar 2,3 milliónir krónur.

Høgni Petersen viðgongur, at fíggjarliga uppgávan hja B68 er stór, men hon er ikki ómøgulig.

-    Tað er rætt, at fíggjarliga uppgávan, ið skal loysast er sera stór. Hetta merkir tó ikki, at uppgávan er óloysilig og tað er fyrst við ársenda, at mann veit um roknskapurin endaliga kemur at vísa eitt hall.

- Hvat fara tit at gera fyri at fáa viðurskiftini uppá pláss áðrenn roknskapurin skal leggjast fram við ársenda?

-    Vit eru ein nýggj nevnd, sum er til reiðar at traðka til og vit hava latið okkum í arbeiðshandskarnar, sigur Høgni Petersen, formaður í B68 at enda.