Formaðurin í Føroysk Miðlafólk: Frihedsbrevet hevjar seg upp við at traðka á onnur

– Tað er við ambivalentari kenslu, at eg, sum tíðindafólk og formaður í Føroysk Miðlafólk, lesi um, at Frihedsbrevet kemur til Føroya, skrivar Jón Brian Hvidfeldt í kjakinnleggi á Journalisten.dk

Jón Brian Hvidfeldt (t.v.) er tíðindafólk og formaður í Føroysk Miðlafólk (Mynd: kvf.fo)
Sigurjón Einarsson
29. november 2022 kl. 11:42

– Í Føroyum er tað ikki góður siður at hevja seg upp við at traðka á onnur. Tað er mín fatan, at hetta eisini ger seg galdandi aðrastaðni í heiminum.

Tað skrivar journalisturin og formaðurin í Føroysk Miðlafólk, Jón Brian Hvidtfeldt, í einum kjakinnleggi á Journalisten.dk.

Hann hevur eitt sindur ambivalentar kenslur, tá hann sum journalistur og formaður í Føroysk Miðlafólk lesur um, at Frihedsbrevet kemur til Føroya.

– Eg frøist, at tað kemur ein nýggjur miðil, sum kann blása nýtt lív í okkara miðlalandslag, men hinvegin eri eg skuffaður, at nýggi drongurin í flokkinum tykist bara at hyggja í selfie-speglið, skrivar Jón Brian.

Tað, ið formaðurin í Føroyskum Miðlafólkum sipar til, eru útsgagnirnar hjá ábyrgdarstjórunum í Frihedsbrevet í Danmark og Føroyum, Mads Brügger og Barbaru Holm, at tað er týdningarmikið, at tað kemur ein miðil, sum ger gravandi journalistikk, tí hetta er tað ikki nógv av í Føroyum. Faktiskt slett ikki, siga miðlastjórarnir við Journalisten.dk.

– Myndin av føroysku miðlunum, sum Frihedsbrevet gevur lesarunum, manglar nuansur. Útsagnirnar hjá Mads Brügger og Barbaru Holm gevur næstan kensluna av, at einki tíðindafólk í Føroyum hvørki kann ella torir at skriva nakað, sigur Jón Brian Hvidfeldt.

Kann ikki taka einkarætt upp á óheftnið
Víðari skrivar hann, at í einum lítlum samfelag sum tað føroyska, koma fólk hvørjum øðrum við.

– Eisini tíðindafólk og tey, sum vit gera søgur um. Hetta setur eyka krøv til journalistikkin, og at fakta er upp á pláss. Tí verður ein feilur gjørdur móti teimum, ið skrivað verður um, so kanst tú vænta tær eina beinleiðis konfrontatión frá viðkomandi. Men journalistikkur verður gjørdur hvønn dag. Eisini tær kritisku søgurnar, sum halda. Men tá tað er sagt, so er tað sjálvandi altíð pláss fyri fleiri, sigur formaðurin í Føroyskum Miðlafólkum.

Jón Brian vísir eisini á, at óheftni í journalistikki ikki er nakað, sum ein miðil kann taka einkarætt upp á.

– Eins og restina av heiminum, so hava teir privatu miðlarnir í Føroyum nakrar eigarar. Fólkið kennir eigararnar og kann fyrihalda seg til teir. Og vit hava Kringvarp Føroya, sum gjøgnum eitt avgjald hevur føroyska fólkið sum eigara.

– Somuleiðis hevur Frihedsbrevet sínar eigarar, sum í donskum miðlum vera umtalaði sum virkisrekandi við hvør sínari bakgrund – og harvið eisini áhugamálum. Og føroyska íkastið til eigaraskaran (hjá Frihedsbrevet, red.) er ein av máttmiklastu handilsmonnum í Føroyum, sigur Jón Brian og sipar til Niels Mortensen, ið er íleggjari í Frihedsbrevet, har hann hevur koyrt 1,5 milliónir krónur í.

Íleggjarar onga ávirkan
Tað var í Góðan Morgun Føroyum fríggjadagin í síðstu viku, at ábyrgdablaðstjórin í Frihedsbrevet í Føroyum, Barbara Holm segði, at hon sær so avgjørt ein tørv á valdskritiskum og gravandi journalistikki í Føroyum.

Føroyska Frihedsbrevet.fo og danska Frihedsbrevet.dk eru systurfeløg undir einum felags móðurfelag, sum millum annað hevur Niels Mortensen sum íleggjara.

Tá hon bleiv spurd, um føroyski íleggjarin fer at hava ávirkan á tilfarið, ið verður framleitt, lovaði blaðstjórin, at eingin kemur at hava ávirkan á journalistikkin.

– Eg tími ikki at vera bundin at nøkrum ásetingum frá onkrum tilvildarligum landsstýrismanni í mentamálum. Vit hava við vilja ikki søkt um miðlastuðul, tí vit ynskja ikki at vera bundin at valdshavarunum. Vit fara heldur ikki at hava lýsingar, so at vit skulu hugsa um tað. Harumframt hava íleggjarar skrivað undir upp á, at tey onga ávirkan hava á tær søgur, vit koma við, segði Barbara Holm millum annað í sendingini.

Formaðurin í Føroyskum Miðlafólkum mælir nýggja miðlinum til at hyggja eitt sindur eftir journalistikkinum, sum verður framleiddur í føroyska miðlalandslagnum hvønn dag, og hann mælir eisini nýggja miðlinum til at hyggja inneftir, áðrenn Frihedsbrevet tekur einkarætt upp á óheftnið í Føroyum, men hann ynskir samstundis nýggja miðlinum góða eydnu.