Føroyameistarakappingin í leirdúgvuskjóting verður hetta og næsta vikuskifti

Komandi vikuskifti fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki. Hetta vikuskiftið á Vík í Leirvík og næsta vikuskifti á Sandvíkum í Havn

Nýggja skjótibreytin á Sandvíkum í Havn
Sigurjón Einarsson
12. august 2022 kl. 10:46

Komandi vikuskifti fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki.

Byrja verður leygardagin 13. august úti á Vík í Leirvík, har FM vinnarin í American Trap skal finnast.

Vikuskifti eftir tann 20-21. august, skal vinnarin í OL-trap finnast. Tann kappingin verður á breytini á Sandvíkum í Havn. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at skipa verður fyri FM í OL trap í Føroyum.

Seinasta FM kappingin í 2022, verður í OL skeet í døgunum 27-28. august. Fyrri dagurin er í Vestmanna, og seinni dagurin á Sandvíkum í Havn.

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya. Leinkjan er: https://skot.fo