Føroyaprent stuðlar Flogbóltssambandi Føroya

Føroyaprent er nú ein av høvuðsstuðlunum hjá FBF

Flogbóltssamband Føroya
6. februar 2024 kl. 18:19

Føroyaprent og Flogbóltssamband Føroya hava í dag undirskrivað eina avtalu, har Føroyaprent gerst ein av høvuðsstuðlunum hjá FBF.

Føroyaprent hevur í nógv ár verið ein av stóru veitarunum av skelting til tiltøkini hjá FBF, og við hesi avtaluni verður Føroyaprent hartil ein av høvuðsstuðlunum hjá Flogbóltssamand Føroya.

Luttøkan í stóru CEV kappingunum setur stór formkrøv til skelting og líknandi, og tí hevur tað, umframt tann fíggjarliga partin, stóran týdning at fáa Føroyaprent við umborð, sigur Peter Holm, formaður í Flogbóltssambandi Føroya.

Á Føroyaprent fegnast vit um, at vit, við hesari stuðulsavtaluni, nú fáa eitt tættari samstarv millum okkum og flogbóltin, sigur Sissal H. Hestoy, søluleiðari á Føroyaprent. Ítrótturin hevur nógv at siga fyri okkum, og tí gleðast vit um, at vit kunnu hava ein leiklut í menningini av flogbóltinum, og at skelting okkara verður at síggja í ítróttarhøllum kring landið.