Føroyar fáa 1000 atgongumerki

EM endaspælið í hondbólti: Stórur áhugi er fyri EM-dystunum hjá Føroyum í Týsklandi

Jóannes Hansen
10. mai 2023 kl. 18:00

Føroyar fara í januar fyri fyrstu ferð nakrantíð at luttaka í einum EM endaspæli í hondbólti. Fyri løtu síðani varð tað greitt, at allir tíggir dystirnir hjá Føroyum í innleiðandi bólkaspælinum vera í Berlin.

Føroyar fara at spæla ímóti Noregi, Slovenia og Póllandi.

Sambært stjóran í HSF Hans Jón Thomsen í samrøðu við KvF, so er tað soleiðis, at Føroyar fara at fáa tillutaðar umleið 1000 atgongumerki. Tað vil siga, at hetta eru atgongumerkini, sum verða seld føroyingum.

-Síðani vit vunnu okkum rættin at vera við í endaspælinum, eru tað heilt nógv, sum hava spurt seg fyri. Vit fara heilt skjótt at kunna meiri enn tað, sum nú er á heimasíðuni hjá okkum, sigur Hans Jón Thomsen.

Á hsf.fo stendur soleiðis í dag:

Til dystirnar hjá Føroyum eru áleið 1000 atgongumerki tryggjað føroyskum áskoðarunum, har hesir sita saman. Hesi atgongumerki koma eftir ætlan til sølu, tá vit í Hondbóltssambandinum hava fingið neyðugu kunningina frá EHF. Vit koma at kunna um hesi viðurskifti í góðari tíð á heimasíðu okkara.

Atgongumerki út yvir hesi fara í fría sølu á kappingarheimasíðuni á heretoplay.com

Í fyrstu atløgu koma bert pakkaatgongumerki til sølu, t.v.s. atgongumerki til allar dystirnar í bólkaspælinum hjá Føroyum.

Atgongumerki til einstakar dystir hjá Føroyum koma til sølu 31. mai.