Føroyar fara at spæla í Baltic Cup í juni

Fyrri dysturin verður 8. juni ímóti Estlandi, og seinni dysturin verður tríggjar dagar seinni

Mynd: FSF
FSF/Hans Erik Danielsen
8. februar 2024 kl. 14:30

FSF hevur fingið avtalu í lag við tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, at føroyska A-landsliðið við monnum tekur lut í Baltic Cup 2024, sum verður í juni mánað.

Talan verður um eina 4-landakapping millum Føroyar, Estland, Lettland og Litava. Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani verða finalan og dysturin um 3. plássið á skránni.

Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 8. juni. Estland tekur ímóti Føroyum í Estlandi, og í Lettlandi spæla Lettland og Litava.

Finalan og dysturin um 3. plássið verða spæld týsdagin 11. juni.

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur sjey ferðir áður spælt móti Estlandi, fimm ferðir móti Lettlandi, og 11 ferðir hava vit møtt Litava.

Fleiri hagtøl síggjast H E R.