Føroyar góvu heimsstjørnum skarpan gang

EM hondbóltur kvinnur: Heldur enn at leggja rygg til stórtap, so endaði tað við fýra málum á muni ímóti Svøríki, ið hevur vunnið bólkin

Jóannes Hansen
3. apríl 2024 kl. 21:07

Hetta var eitt av teimum góðu kvøldunum í føroyskum ítrótti. Føroyar taptu 31 – 27 ímóti Svøríki, og soleiðis sum gongdin og menningin hevur verið, so er góður møguleiki fyri, at talan kann fara at vera um uppaftur betri hondbóltskvøld. Kvinnulandsliðið tapti í høllini á Hálsi við fýra málum, og nú verður við spenningi sæð fram til síðstu avbjóðingini í hesi EM undankappingini. Hon verður sunnudagin í Íslandi.

Í kvøld vann Ísland 31 – 15 á útivølli ímóti Luksemborg, og Føroyar hava framvegis møguleika at vinna annað plássið í bólkinum. Men fyrst og fremst snýr tað seg um at vera millum teir tríararnar, sum fara at vinna seg í endaspælið. Fyri einum mánað síðani vunnu Føroyar 39 - 21 á heimavølli ímóti Luksemborg, og í oktober í fjør fór Ísland úr Føroyum við 28 -23 sigri.

Á útivølli ímóti Svøríki taptu Føroyar 37 – 20. Tí lúrdi møguleikin fyri stórtapi í kvøld, og undan dystarbyrjan varð sagt, at um tað eydnaðist at halda svium soleiðis, at teirra sigur ikki varð størri enn tíggju mál, so fór tað at verða roknað sum góðkent.

Frá fyrsta bríksli sást, at her fór ikki at vera talan um sorl. Føroyska verjan við Brynju Høj á odda var sum bergið, málverjin hevði fleiri bjargingar, og í álopinum vóru tað serliga bakspælararnir Jana Mittún, Elsa Egholm og Súna K. Hansen, sum spældu við stórum sjálvsáliti og aftur og aftur bjóðaðu av ein ímóti einum.

Hálvleiksstøðan var 14 – 11. Tað var fyrsta ferðin, at trý mál vóru á muni. Eftir steðgin løgdu Føroyar fyri sum eitt ódnarveður, og tað lá ongantíð í luftini, at svensku heimsstjørnurnar fóru at vinna stórt. Og tá ið 60 minuttir vóru farnir, vísti máltalvan 27 – 31.

Jana Mittún var føroyskur toppskjútti við 8 málum. Elsa Egholm skoraði 5 mál, og Súna Krossteig Hansen skoraði 4 mál.

Føroyar - Svøríki 27 - 31 (11 - 14)

 Føroyar: Jana Mittún 8/12, Elsa Egholm 5/8, Súna K. Hansen 4/7, Anna Elisabeth H. Weyhe 3/4, Lív S. Poulsen 3/6, Rannvá Olsen 1/1, Pernille Brandenborg 1/1, Hervør Niclasen 1/1, Bjørk F. Joensen 1/1, Turið A. Samuelsen 1/4, Bjarta Osberg Johansen, Natasja Anjudóttir Hammer, Brynja Høj, Hervør Niclasen, Karin Egholm

Annika F. Petersen bjargaði átta av 34 málroyndum (23,53 %), Rakul S. Wardum 0/2. 

Á beinkinum: Claus Leth Mogensen, Simon Olsen, Mladen Mjerimacka og Beinta Bendix Laursen

Føroyar skoraðu upp á 27 av 44 málroyndum. Svøríki skoraði upp á 31 av 46 málroyndum.